Søga okkara

Tökni varð stovnað í august 2000, og fyrstu árini veitti felagið tøkniliga ráðgeving og tráðleyst internetsamband.

Í 2002 varð farið undir at arbeiða við spælgrundaðari læring. Italska oljufelagið ENI hevði sett sær fyri at menna eina lærisimulering at geva ungdómum í Føroyum eina betri fatan av oljuleiting, sum tá hevði tikið seg upp. Samskiftisfelagið Sansir bjóðaði uppá arbeiðið og vann. Hetta førdi til eitt samstarv millum Tökni og Sansir at fyrireika og menna sjálva simuleringina.

Úrslitið varð eitt útbúgvingartiltak á fimm føroyskum miðnámsskúlum í 2003 við lærisimuleringini, ið fekk navnið Xplore. Tiltakið var so væleydnað, at avgjørt varð at skipa fyri einum líknandi tiltaki fyri donskum, norskum, íslendskum, grønlendskum og bretskum næmingum, og gjørdist hetta fyrsta altjóða Xplore kappingin. ENI bjóðaði skipanina til sølu og Tökni keypti hana við tí fyri eygað at nýta hana sum grundarstein undir skeiðsvirksemi í oljuvinnuni.

Í 2004 skifti felagið navn til Simprentis og seinni skifti lærusimuleringin navn til OilSim.

Fram til 2014 var OilSim støðugt undir menning og varð brúkt í útbúgving og venjing í miðnámsskúlum og á universitetum og av olju- og tænastufeløgum um allan heim.

Í februar 2014 var avtala gjørd við altjóða oljuveitingarrisin Schlumberger, um at tey skuldu keypa OilSim og tilhoyrandi skeiðsvirksemið fyri at styrkja um teirra støðu á altjóða oljuskeiðsmarknaðinum. Schlumberger hevði í fleiri ár brúkt OilSim bæði til innanhýsis og uttanhýsis skeið og førleikamenning innan oljuídnaðin.

Eftir søluna av oljuskeiðsvirkseminum broytti felagið navn aftur til Tökni og helt fram at menna aðrar lærisimuleringar innan eitt nú fiskivinnuumsiting og orkuskipanir eftir sama leisti sum OilSim, umframt at felagið mennir onnur forrit og spælgrundað læringsamboð til vinnuna, mynduleikar, granskarar og til útbúgvingarstovnar.