Verkætlanir

logo_mareframe

1. januar 2014 byrjaði verkætlanin “Co-creating Ecosystem-based Fisheries Managment Solutions”, eisini kallað Mareframe. Mareframe verkætlanin er partur av sjeyndu rammuskránni hjá ES, har dentur verður lagdur á gransking og tøkniliga menning.

Høvuðsendamálið við MareFrame er at at økja um útbreiðsluna av vísind um EAFM (Ecosystem Approach Fisheries Management). Endamálið við einari vistfrøðiskipanarligari tilgongd (EAFM), er, at fiskiskapur, á ein praktiskan og munagóðan hátt, verður umsitin sum ein heild. Hetta verður gjørt við skipanum og avgerðartilgongdum, ið javnviga umhvørvisliga og menniskjansliga vælferð innan stýrisskipaðanarligu karmarnar í ES.

Tökni luttekur í Mareframe og hevur ábyrgd av at menna eitt “Decision Support Interface”, ið sameinar case-upplýsingar, ið vísa hugsaði framtíðarsenariir. Við hesum gerst møguligt at sundurgreina viging og avleiðingar í mun til hvørjar avgerðir verða tiknar. Tökni skal eisini menna eina lærisimulering, ið byggir á áðurnevnda “Decision Support Interface” og er lærisimuleringin ein týdningarmikil partur av útbreiðsluni av sjálvari verkætlanini.

MareFrame felagsskapurin fevnir um 30 samstarvsfelagar, harímillum stovnar innan gransking og tøkniliga menning, ið m.a. hava serkøna vitan innan fiskivísund og vistfrøðiskipanina. Íalt luttaka stovnar og feløg frá 13 ymiskum londum (Danmark, Svøríki, Finnland, Póland, Bretland, Spania, Italia, Rumenia, Noreg, Ísland, Suður Afrika, New Zealand og Føroyar).

Samskipari og fyrisitingarleiðari av verkætlanini er Íslendski granskingarstovnurin Matis ohf.

Les meira um verkætlanina: www.mareframe-fp7.org

 

 

REEEM_Logo

Tann 1. februar 2016 byrjaði verkætlanin “Role of technologies in an energy efficient economy – model-based analysis of policy measures and transformation pathways to a sustainable energy system”, eisini kallað REEEM.

REEEM er stuðlað av ES, umvegis Horizon 2020, sum er nýggja granskingarskráin hjá ES fyri tíðarskeiðið 2014-2020. Horizon 2020 fevnir um stuðul til gransking, menning av nýggjari tøkni og nýskapan.

Høvuðsendamálið við REEEM er at geva eina greiða, breiða og víðfevnda fatan av heildaravleiðingum av orkuætlanum, ið ES brúkar í skiftinum fram ímóti at gerast eitt kappingarført og burðardygt samfelag, ið javnvigar umhvørvislig, búskaparlig og menniskjanslig atlit.

Tökni er leiðari av tí partinum av verkætlanini, sum hevur við áhugamálsbólkar og útbreiðslu av granskingini at gera, og skal í hesum sambandi menna ein sokallaðan “Stakeholder Interaction Portal”, ið skal virka sum upplýsingarmiðdepil fyri alt innan- og uttanhýsis samskifti.

Tökni skal menna eina skipan, sum ger tað gjørligt at meta um framtiðartøkni og langtíðarætlanir tvørtur um økini, ið eru ávirkað (umhvørvið, búskapur, samfelag).

Harumframt skal Tökni menna eina lærusimulering, ið er grundað á orkufrøði og hjálpir til við at greiða frá eitt nú tvørfakligu viðurskiftunum og bundinskapum í einari orkuskipan.

Íalt luttaka stovnar og feløg frá 11 ymiskum londum (Svøríki, Finnland, Danmark, Kroatia, Holland, Litava, Týskland, Stóra Bretland og Føroyar).

Verkætlanin varir í trý og eitt hálvt ár og samskipari og fyrisitingarleiðari av verkætlanini er Kungliga Tekniska Högskolan í Svøríki.

Fleiri upplýsingar um REEEM-verkætlanina eru at finna á www.reeem.org