Avrik og verkætlanir

Niðanfyri síggjast dømir um tað, sum vit hava gjørt ella eru í ferð við at gera. Vit hava loyst eina rúgvu av øðrum avbjóðingum, og eru framhaldandi í gongd við at menna nýggjar loysnir. Vónandi kunnu tær kunngerast her skjótt. Set teg í samband við okkum, um tú hevur okkurt, sum vit kunnu hjálpa við.

Samskifti við áhugapartar

Horizon 2020 verkætlanin REEEM snýr seg um at brúka orkumyndlar til at meta um ymsar langtíðarætlanir á leiðini til eitt kappingarført Europa við lágum útláti av vakstrarhúsgassum. Tökni hevur ábyrgdina av samskifti, útbreiðslu av granskingarúrslitum, menning av amboði at síggja ymsu avkarboniseringsleiðirnar og menning av einum læringsspæli, sum verður brúkt til at læra um orkumyndlarnar.

Samskifti við áhugapartar

OilSim - lærisimulering

Í árunum 2002 til 2014 menti Tökni lærings-simuleringina OilSim og brúkti hana til at veita skeið til oljufeløg, myndugleikar og útbúgvingarstovnar undir navninum Simprentis. OilSim og Simprentis blivu seld til oljurisan Schlumberger í 2014, og OilSim verður framvegis brúkt sum amboð í teirra skeiðs- og útbúgvingarvirksemi. Av tí sama arbeiðir Tökni ikki longur í olju- og gassídnaðinum.

OilSim - lærisimulering

Amboð til at taka avgerðir

MareFrame var ein FP7 ES-granskingarætlan, sum hevði til endamáls at menna og fremja økoskipanar-tilgongd til fiskivinnuumsiting. Fyri at tryggja samanhang í upplýsingunum í verkætlanini, menti Tökni eina røð av amboðum til avgerðarstuðul - decision support. Hetta fevndi um eitt fleir-kriteria greiningaramboð, eitt amboð til at arbeiða við Bayesian Belief netverkum, umframt eitt samvirkið læringsamboð.

Amboð til at taka avgerðir

Visualiseringsamboð

Tökni mennir framhaldandi eina røð av datavisualiseringsamboðum til bólkin fyri orkuskipanargreiningar, ið er á instituttinum fyri skipanir, framleiðslu og leiðslu á Danmarks Tekniske Universitet (DTU). Við amboðunum ber til at síggja langtíðarárinini av ymiskum orkupolitikkum. Higartil eru fimm amboð ment.

Visualiseringsamboð